Fiskamjøl og lýsi

Havsbrún hevur framleitt fiskamjøl og lýsi síðan 1966, og hevur tískil drúgvar royndir viðvíkjandi framleiðslu av fiskamjøli og lýsi.

Fiskamjølið og lýsið verður virkað úr ymiskum uppsjóvarfiski. Havsbrún setur strong krøv til góðskuna á fiskinum, og hetta ger, at mjølið og lýsið, ið verður framleitt, er fyrsta floks. Rávøran til mjølvirkið kemur bæði frá føroyskum og útlendskum fiskiskipum, og verður hon fiskað í Norðuratlantshavi.

Fiskamjøl er sera proteinríkt, og tí hóskar tað sera væl at nýta í eitt nú fóðurblandingum til alifisk, høsnarungar, svín og onnur kríatúr. Lýsi verður brúkt til alifóður, margarin og aðra tøkniliga nýtslu.

Fiskamjøl

Stutt greining:

Fiskamjøl er einamest framleitt úr feskum fiski, ið verður landaður til Havsbrún. Fiskamjølið hevur sera høgt proteininnihald, og hóskar sera væl til ymisk sløg av fóðri til laks, flogfenað, svín o.l.

Mjølgóðska kann sveiggja nógv, mest eftir hvussu góða rávøru eitt virki hevur tøka. Eisini er tað ymiskt, hvørja góðsku teir ymisku keypararnir ynskja, alt eftir hvat fóður, mjølið skal nýtast til.

Innihald:

Protein

Basis 70%

Lýsi

Max 12%

Vatn

10%, min 4%

Salt

Max. 4% sum NaCl

Antioxidantur

tilsett undir framleiðslu.


Pakningur

  • Stórsekkir
  • Bulk